Burn 10%

Vit hava ígjørt avtalu við Burn Cafe um, at lesandi fáa 10% í avslátti uppá alt tað besta, cafein hevur at bjóða: kaffi, frískt djús, fløvaðar tvíflísar v.m. Treytin er, at tú vísir lestrarkortið.

- Vit eru ómetaliga fegin um avtaluna. Burn Kafe er ein flott og framkomin kafe, sum lesandi kunnu fáa stóra gleði av. Burn legst afturat breiða úrvalinum av kafeum og handlum, ið vilja gera tað lættar at lesa í Føroyum, sigur Hanus Samró, stjóri í Ó.