Hans Jensen

298,00

Sheikurin skuldi hava nakað afturfyri. Soleiðis var vinnulívið einaferð. Partarnir kundi bara semjast, um báðir fingu burturúr. Tað var hann greiður yvir, men Hans gjørdist ikki sørt bilsin, tá Sheikurin greiddi frá treytunum. Maðurin var ikki býttur. Var væl inni í tingunum.

Áðrenn Hans kundi taka støðu til treytina, mátti hann taka whiskey-glasið við og fáa sær fríska luft. Hugsa um tað. Hugsavna seg um avleiðingarnar, tí avgerðin gekk ikki bara yvir virksemi, men hevði stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá føroyska samfelagnum.

Rithøvundur: Hanus Samró

Blaðsíður: 424

Útgáva: 2013

< Aftur