Hertak Føroyar

359,00

ÚTSELT - SPÆLIÐ VERÐUR TÍVERRI IKKI PRENTA AV NÝGGJUM!




Hertak Føroyar er eitt spæl fyri alla familjuna og allar aldursbólkar. Spælið minnir um Risk, men byggir á føroyska søgu og viðurskift (sí niðast). Aldursmarmkið er 8 ár og uppeftir.

Vit lata 50,- av hvørjum spæli til Áka Joensen, ið roynir at finna fígging til Paralympisku leikirnar í Tokyo í 2020. 

Tú kanst ogna tær spælið við at trýsta á "Legg í kurv", ella via heimagreiðsluna konto nr:  6460 3619690. Vit bjóða ókeypis útbering í Føroyum. Vit gjalda harumframt 50% av útberingini til DK (kostar 135,- ). Ger skjótt av. Avmarkað nøgd.

Um tú ynskir at keypa jólagávu til starvsfólkini, ert tú vælkomin at biða um mongdartilboð. Ring 525200 ella senda teldupost til hs@o.fo

Um tú flytir, er tað umráðandi at tú sendir okkum teldupost til hs@o.fo. Viðmerk:

- Navn og eftirnavn

- Bústað

- Bý/bygd

- Postkotu

- Tlf. nr.

Hertak Føroyar fæst eisini í Rit&Rák, Gamla bókahandli, BR leikur, Bókabúðini í Runvík, Alfa bókahandli, Ellubitanum á Sandi, á Torginum í Vági, Á við Streyimin, og í FK (Hoyvík, Klaksvík, Fulgafirði og Miðvági).

Soleiðis spælir tú

Spælið verður spælt á føroyakortinum, ið er býtt upp í oyggjapartar og øki/bygdir. Hvør spælari skal greiða eina felags hernaðarætlan, sum spælararnir semjast um áðrenn spælið byrjar.


Tíðaráseting

Spælararnir semjast fyrst um eina tíðaráseting, t.d. spælt verður í ein tíma. Tá ásetta tíðin er farin, er spælið liðugt, og talt verður upp hvør spælari hevur hersett flest bygdir. Viðkomandi er vinnarin av spælinum.


Hertak Føroyar

Spælarin, ið hevur vunnið allar bygdirnar/økini, hevur vunnið. Eingin tíðaráseting.


Hertak Herovastasætið

Spælararnir skulu hertaka herovastasætini hjá mótstøðuspælarunum. Spælarin við flest hertiknum herovastasætum hevur vunnið spælið. Her kann eisini tíðaráseting avgerast áðrenn spælið byrjar.


Herovastasæti

Áðrenn spælið byrjar, seta spælararnir sínar herar á bygdirnar, og til seinast velja teir eina bygd til sítt herovastasæti. Herovastasætið skal altíð verjast. Herovastasætið kann ikki leypa á, men verjir móti álopi við lítlum fyrimuni (eyka terningini).



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=EJp_GaMpnXA&feature=youtu.be]


< Aftur