Jólaveitsla fyri miðnámslesandi

100,00
So er at seta kross í kalendaran📅✔️
Leyagardagin 25. november kl.19.00 verður STÓR jólaveitsla fyri miðnámslesandi úr øllum landinum🇫🇴🎅
Tú mást koma við! Tað verður sjúkliga stuttligt. Hetta er eisni ein super møguleiki hjá tær og floksfeløgunum at læra nýggj fólk og nýggjar flokkar at kenna. Og hvør veit? Kanska knýtast nýggj vinar- og ástarbond?❤️ 😎 😉

Tú hevur í hvussu so er møguleikan, tí vit fara at syngja allar teir klassisku føroysku sangirnir afturvið borðhaldinum, og tá tað er liðugt, fáa vit ein DJ, ið diskar restina av kvøldinum.
Atgongumerkini kosta EINANS 100,-. Tá er maturin íroknaður!

Tú keypir við at trýsta á "legg í kurv".

Um tú hevur trupulleikar við PayPal, kanst tú flyta pengarnar umvegis heimagreiðsluna. Konto nr: 6460 3619690.

Viðmerk navn og eftirnavn, og send kvittanina til hs@o.fo.

So vit gleða okkum ómetliga nógv at síggja teg leygardagin 25. november kl.19.00. Tað verður sjúkliga stuttligt 🍻 🎉 🎶 😍 🎅

Vh.
Ó, næmingaráðið í Hoydølum, á Marknagili og á Kambsdali

< Aftur