Ó-blaðið nr. 6

Góði lesari
Tað gongur væl í Føroyum. Fólkatalið veksur. Arbeiðsloysið er lágt. Fleiri velja Føroyar til, heldur enn frá. Men hvussu er at lesa í Føroyum? Hví velja útisetar Føroyar? Jaliga gongdin setur m.a. dám á blaðið.

Vit skulu kortini ikki leita nógv ár aftur í tíðina, tá útlitini vóru døpur.

Vit tosa við Høgna Reistrup, samfelagsfrøðing, ið lýsti svartskygdu støðuna í bókini, “Exit Føroyar”.

Í greinini greiðir Høgni m.a. frá egnum royndum, tá hann flutti aftur til Føroyar, og hví útisetar koma heimaftur.

Rasmus Nielsen og Elsa Maria Dam hava bæði nomið sær útbúgving uttanlands, men eru flutt heimaftur. Rasmus er útbúgvin lækni og starvast á landssjúkrahúsinum, meðan Elsa Maria hevur lisið tónleik á Musikhögskolan í Malmö og arbeiðir í musikkskúlanum.

Sjóneykan verður eisini sett á spírandi íverksetaraumhvørvið í Føroyum, ið veruliga hevur tikið dik á seg seinastu árini, eins og samrøður verða gjørdar við ungar og ambitiøsar stjórar, ið sita við stórari ábyrgd.

Vit hava samrøðu við Janus Kampmann, ið tók lut í íverksetaratiltakinum “Mítt hugskot 17”, har hann legði sítt hugskot fram fyri íleggjarum. Herímillum kenda danska íverksetanum, fyrilestrahaldaranum og íleggjaranum, Jesper Buch, ið er maðurin og heilin handan heimasíðuna Just Eat.

Vit tosa við Barbaru Holm og Jógvan Hansen, ið sita á tveimum tungum og ábyrgdarfullum sessum í samfelagnum. Barbara er blaðstjóri á størsta blaðmiðlinum, Sosialinum, meðan Jógvan er sølu- og rakstrarstjóri hjá JFK samtakinum.

Tað er ikki bara úti í samfelagnum, at tað gongur væl. Føroyskur fótbóltur hevur eisini ment seg nógv. Vit tosa við Pætur Clementsen, tekniska stjóra í FSF, ið greiðir frá góðu gongdini, eins og vit skifta orð við ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti 2017: Michal Pryzbylski og Biritu Bergsdóttir Nielsen.

Vit hava verið við myndatólinum og vitjað Barbaru Gaardlykke Apol, ið lesur búskaparfrøði á Setrinum, og komandi foreldrunum, Gilla Lorentzen og Súsonnu Samró, ið lesa til ávikavist maskinsmið og bachelor í sosialvísind og samfelagsplannlegging. Tey fluttu fyrr í ár inn í nýggju lestraríbúðirnar í Finsen.

Vit vitja nýggju íbúðirnar í Biskopstorginum í Klaksvík, eins og vit seta sjóneykuna á átakið “mynd krevur samtykki.” Tað vísir seg nevniliga, at 61% av miðnámsskúlanæmingunum kenna onkran, ið hevur upplivað, at nakinmyndir verða sendar víðari uttan teirra samtykki. Vit hava góðar uppskriftir, greinar um mentan, hugleiðingar, og mangt annað spennandi.

Góðan lesihug.

Hanus Samró, ábyrgdarblaðstjóri.

< Aftur