Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF

Fiskimarkið var ikki meir enn flutt út á 12 fjórðingar, tá uppskot var lagt fyri løgtingið um at flyta fiskimarkið longri út.

"Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu, tá allur heimurin stóð í stórum broytingum. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp gjøgnum 50- og 60-árini, men tað var eisini eitt annað rák, ið kveiktist á meginlandinum, sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA?

Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman.

"Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" lýsir tíðarskeiðið, tá Føroyar fluttu fiskimarkið út á 200 fjórðingar.

< Aftur