Treytir


Treytir fyri lestrarkort

Lestrarkort eru galdandi fyri tað skúlaárið, tá tey eru veitt.
Tú gevur okkum loyvi at spyrja almennar myndugleikar um upplýsingar um teg fyri at tryggja, at bert lesandi sleppa at nýta lestrarkortini.
Tú gevur okkum loyvi at senda tær teldupostar, brøv, ringja og/ella smsa, ið hava við Ó, lestrarkort og aðrar tænastur hesum viðvíkjandi at gera.
Tú gevur okkum, í teimum førum tað kemur lestrarkorthaldaranum til góðar, møguleika at samstarva við 3. part, sum í nærmari samráðingum við okkum kann fáa atgongd til upplýsingarnar.

Ábyrgd
Upplýsingar, tól og tilfar í hesari heimasíðu er veitt av Sp/f Ó og teirra samstarvsfeløgum. Tilfarið er bæði originalt og heintað frá øðrum keldum. Sp/f Ó strembar eftir at halda tilfarið so nýtt, relevant og rætt sum gjørligt. Tó er nýtsla eftir egnari ábyrgd, og Sp/f Ó hevur onga ábyrgd av missi sum úrslit av skeivari ella manglandi informatión á hesari heimasíðu.
Ígjøgnum hesa heimasíðu ber til at navigera til aðrar heimasíður, ið til dømis veita tíðindi og annað tilfar. Sp/f Ó hevur onga ábyrgd av tilfarinum á teimum heimasíðum, og onga ábyrgd av missi sum úrslit av skeivari ella manglandi informatión á teimum heimasíðum.
Sp/f Ó hevur onga ábyrgd av missi sum úrslit av at hendan heimasíðan er ótøk, líka mikið um tað er vegna trupulleikar hjá brúkaranum ella hjá okkum sjálvum.

Nýtslutreytir

1. Innihaldið á hesari heimasíðu er til privata nýtslu. Tað kann broytast nær sum helst, uttan frammanundan fráboðan.
2. Hvørki vit ella triði partur garantera at innihaldið er rætt, neyvt ella altíð tøkt. Við at nýta hesa heimasíðu góðtekur tú at innihaldið møguliga hevur villur ella manglar, og at tú einsamallur/einsamøll hevur ábyrgd av avleiðingum av hesum.
3. Ein og hvør nýtsla av hesari heimasíðu og hennara innihaldið er við tínari egnu ábyrgd, og Sp/f Ó hevur onga ábyrgd fyri nakrar avleiðingar ið kunnu koma av nýtslu av heimasíðuni.

Privat politikkur

Vit goyma ikki tínar persónligar upplýsingar uttan loyvi.
Vit savna og goyma data ið hava við vitjanartøl at gera. Hetta verður bert brúkt til statistikk føring, og verður á ongan hátt brúkt til persónliga identifikatión.

Leinkir frá øðrum heimasíðum

Tað er loyvt at leinkja til hesa heimasíðu frá øðrum heimasíðum og/ella forritum. Tó hava vit nøkur krøv um tær síður/applikatiónir, ið velja at leinkja til hesa heimasíðu:
Tann leinkjandi heimasíðan skal ikki á nakran hátt veita skeivar upplýsingar viðvíkjandi forholdinum millum hesa heimasíðu og leinkjandi heimasíðuna, og/ella benda á at hendan heimasíðan sponsorerar ella veitir serstaka góðkenning til leinkjandi heimasíðuna.
Tann leinkjandi heimasíðan skal ikki hava pornografiskt, útspillandi ella á annan hátt ósømiligt tilfar.
Tann leinkjandi heimasíðan skal ikki við vilja veita skeivar upplýsingar til sínar brúkarar.

Screenshot politikkur

Tað er loyvt at nýta screenshot av hesari heimasíðu til ymiskt tilfar, so sum lærubøkur og heimasíður. Tó skalt tú fylgja hesum leiðbeiningum:
Nýtslan skal ikki vera pornografisk, útspillandi ella á annan hátt villeiðandi í mun til hesa heimasíðu.
Nýtslan skal ikki beinleiðis ella óbeinleiðis benda á, at hendan heimasíðan sponsorerar ella gevur serstaka góðkenning til nýtsluna.
Ikki er loyvt at brúka screenshot av hesari heimasíðuni í einari komparativari lýsing.
Ikki er loyvt at brúka nakað grafiskt screenshot ella tilfar ið originalt hoyrir til hesa heimasíðu í tínari egnu vøru.
Nýtsla av screenshots úr hesari heimasíðu skal vísa á eina leinkju til hesa heimasíðu.

Copyright

Alt originalt tilfar og innihald á hesi heimasíðu er undir copyright reglum fyri at verja okkara virðir. Ymiskt tilfar og innihald á hesi heimasíðu er frá triðja pørtum.

Samband: teldupostur hs@o.fo, telefon nummar +298 525200.