Tvørmegi CrossFit

M. A. Winthersgøta 4

100 Tórshavn



Tlf +298 262548 tvormegi@crossfittorshavn.com

TVØRMEGI

Við lestrarkortinum fáa lesandi 20% í avslátti í Tvørmegi.


Eitt sindur um Tvørmegi:

Dentur verður lagdur á tvørmegi, ið er orka, styrki og fimi í samansjóðari heild. Tvørmegi hevur týdning í gerandisdegnum, í ítrótti og í mun til heilsu yvirhøvur. Megi og heilsa fylgjast. Vit venja altíð ymiskt, dygt og við fullari orku. Vit nýta leysar vektir og okkara egna kropp. Venjingin verður altíð tillagað í mun til støðið hjá tí luttakandi.

Okkara endamál eru:
• At styrkja føroyingin -vanlig fólk, ítróttin og elituna, á einfaldan og funktionellan hátt.
• At vera tvørgangandi í øllum liðum.
• At vera við at styrkja grundstøðið í føroyska ítróttinum. Ítrótturin er ymiskur, men kroppurin tann sami. Læra vit at gagnnýta okkara grundmegi, verður ítróttarførleikin munadyggari.
• At binda bond millum ítróttarfeløg og felagskapir, soleiðis at vitan og førleikar mennast tvørgangandi.
• At stimbra tilvitanina og førleikanar hjá teimum, ið vara av ungdómi í skúlum, ungdómshøpum og ítróttarfelagskapum.
• At vera við til at styrkja natúrligu megina og harvið heilsuna hjá vanliga føroyinginum, tí yngra og eldra, á starvsplássum og hjá einstaklinginum.
• At gerast felagskapur har fólk hittast, stuttleika sær, mennast og bara eru saman.